Vinnuháskúlin alttjóða góðkenning

Vinnuháskúlin altjóða góðkenning sum skeiðsveitari til frálandavinnuna. 
Kjelda: oljan.fo

Bæði verandi-, fyrrverandi næmingar og ikki minst reiðaríini hava í nøkur ár sóknast eftir møguleikanum at taka skeið í Dynamic Positioning (DP) á Vinnuháskúlanum. DP skeiðini eru grundað á DP simulering.

Hetta kann nú lata seg gera, nú Vinnuháskúlin í síðstu viku varð góðkendur sum skeiðsveitari til tey sokallaðu DP skeiðini, ið eru ein fortreyt fyri at kunna byrja sum yvirmaður í frálandsvinnuni. Tað var Nautical Institute í London, sum góðkendi skúlan og skeiðini, og er hendan góðkenning galdandi í 3 ár í senn.

Tað verða sett sera strong krøv til skúlan fyri at fáa eina slíka “akkredittering”, og hevur tað tí í eina tíð verið arbeitt hart fram ímóti hesum sigur stjórin á Vinnuskúlanum, Wilhelm Petersen við Oljuportalin.

Kostnaðarmikil útbúnaður er keyptur, og fólk við vinnuligum DP royndum er sett til at taka sær av menningini av skeiðunum. Í sambandi við nevndu tilgongd, hevur Vinnuháskúlin havt samstarv við Chalmers University of Technology í Gøteborg, ið fingu teirra DP góðkenning í fjør.

DP er ein framkomin stýri- og reguleringsskipan, ið kann halda einum skipi neyvt á eini givnari knattstøðu. Nýtsla av DP er ment sera nógv seinastu árini, serliga í frálandsvinnuni. Í byrjanini varð DP einamest nýtt í oljuvinnuni. Nú verður DP nýtt til nógvar ymiskar uppgávur, eitt nú kaðallegging, uppsetan av havmyllum, ferðamannaskip o.s.fr.

DP simulatorurin er ein útbygging av verandi brúgvasimulatori. Fittur partur at nautisku venjingini hjá lesandi á Vinnuháskúlanum, fer fram við hesum brúgvasimulatori.

Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, fegnast um hesa altjóða góðkenning. “Hetta er ikki bert ein góðkenning av sjálvum skeiðunum , men samstundis ein altjóða góðskustempling av Vinnuháskúlanum, at hann megnar at menna og halda serskeið á høgum altjóða støði.”

Nýggja útbyggingin fer at gera tað lættari hjá føroyingum, sum vilja arbeiða, serstakliga í frálandsvinnuni. Nú slepst undan at skula fara av landinum at taka hesi skeiðini. Og fyri Vinnuháskúlan er hetta sjálvandi við til at menna undirvísingina og skúlan sum heild. Tað kolveltandi í hesum er, at føroyingar, sum vilja útbúgva seg til at arbeiða í eitt nú frálandsvinnuni, nýtast ikki longur at fara av landinum at taka týðandi skeið.