Verkætlan hjá M6 2018

Trygst her fyri at lesa VERKÆTLANINA hjá M& í 2018 /upload/pdf/Namsferd M6.pdf

Fororð:
Ein týðandi partur av tilgongdini at læra, er tann verkligi parturin. Á maskinmeistara útbúgvingini á Vinnuháskúla Føroya verur tí í ein vissan mun lagdur dentur á tann verkliga partin av undirvísingini. Í summum fakum er hettar beinleiðis grundarlagið av undirvísingini, men eisini eru fak har ynskiligt hevði verið at meira dentur hevði verið lagdur á tann verkliga partin.
Eisini vera viðkomandi fyritøkur og feløg, bæði á landi og á sjógvi, her í Føroyum javna vitjað av næmingum og lærarum á Vinnuháskúlanum. Sum dømi kann nevnast at vit hava verið og vitjað hjá SEV, baði á sundsverkinum, í Havnadali og transformatorstøðina við BankNordik, hjá Okkara, KJ hydraulik og JT electric á Kambsdali. Sum lesandi hevði tað sjálvsagt altíð verið ynskiligt at ein slapp á fleiri virkisvitjanir fyri at økja áhugan fyri tí bókliga partinum við at síggja hvussu ein virkar í verkliga partinum.
Tí hevur tað sum ein partur av maskinmeistaraútbúgvingini verið ein siður í nógv ár at næmingar fara á eina námsferð uttanlands og vitja viðkomandi fyritøkur fyri at fáa innlit í og menna vitanina á ymiskum økjum.
Til hesa ferðing krevst sjálvsagt peningur, hendan pening hava vit savna saman við stuðli frá Føroyskum fyritøkum og virkjum. Tað er okkara størsta ynski at hesin stuðul ið er latin okkum kemur teimum í hava latið stuðulin til gagns við tað at hesir næmingar koma at menna tað føroyska samfelagið í framtíðini.