ÚTBÚGVINGARMØGULEIKAR Á MASKINDEILDINI

Á maskindeildini á Vinnuháskúlanum er møguleiki at taka tvær útbúgvingar. 


Maskinmeistaraútbúgvingin

Maskinmeistaraútbúgvingin tekur 3 ár. Hon er bygd upp sum ein modulskipan, har modulini vara eitt hálvár. Í flestu førum enda modulini við próvtøku.

Útbúgvingin gevur førleika til sjóvvinnubræv eftir kapitli III/2 í STCW ’95 konventiónini, tá ið krøvini til starvsvenjing eftir manningarlógini eru lokin. Hetta gevur rættindi at sigla sum maskinmeistari samsvarandi starvsvenjing.

Útbúgvingin gevur eisini ástøðiligt grundarlag fyri m.a.:

  • løggilding sum elinnleggjari
  • loyvisbræv sum ketilpassari og kølimontørur
  • førleikagevandi skeið um innregulering og funktiónskanning av gasskyndum útbúnaði
  • sakkunnleika sambært kunngerð um trýstíløt og rørskipan undir trýsti.

Her er tó í hvørjum einstøkum føri neyðugt við starvsvenjing innan viðkomandi øki.
Sí annars kunngerð um maskinmeistaraútbúgving



Maskinistútbúgvingin

Maskinistútbúgvingin tekur uml. 9 mánaðar, frá uml. 1/2 oktober til síðst í juni. Skúlagongdin er uml. ½ ár við undirvísing í teknisku lærugreinunum. Eftir próvtøku verða neyðug skeið tikin í uml. 3 mánaðar.

Útbúgvingin gevur førleika til at sigla við rang upp til 2. maskinmeistara á øllum skipum og við rang upp til maskinstjóra við skipum við framtøkumegi upp til 2999 kW, tá ið neyðug starvsvenjing er nádd.