Á navigatørdeildini í Vinnuháskúlanum er møguleiki at taka tvær útbúgvingar.
Skiparaútbúgvingin
Skiparaútbúgvingin tekur 1,5 ár. Hon er bygd upp sum ein modulskipan, har modulini vara eitt hálvár. Hvørt hálvár verða undirvísingarmodul koyrd, sum í flestu førum enda við próvtøku við endan á hálvárinum. Næsta hálvár koyra nøkur onnur modul.
Útbúgvingin gevur førleika til sjóvvinnubræv eftir kapitli II/2 í STCW`78 konventiónini við seinni broytingum, íroknað Manila 2010, tá ið krøvini til starvsvenjing eftir manningarlógini eru lokin. Hetta gevur rættindi at sigla sum skipari, við rang samsvarandi starvsvenjing, á øllum støddum av fiskiskipum og lastskipum upp til 3000 BT.
Skipsføraraútbúgvingin
Skipsføraraútbúgvingin tekur 1,5 ár. Hon er bygd upp sum ein modulskipan, har modulini vara eitt hálvár. Hvørt hálvár verða undirvísingarmodul koyrd, sum í flestu førum enda við próvtøku við endan á hálvárinum. Næsta hálvár koyra nøkur onnur modul. Treytin fyri at lesa til skipsførara er, at skiparaútbúgvingin er staðin frammanundan.
Útbúgvingin gevur førleika til sjóvvinnubræv eftir kapitli II/2 í STCW`78 konventiónini við seinni broytingum, íroknað Manila 2010, tá ið krøvini til starvsvenjing eftir manningarlógini eru lokin. Hetta gevur rættindi at sigla sum skipsførari, við rang samsvarandi starvsvenjing, á øllum støddum av skipum.
Skiparaútbúgving sum ASPIRANTUR