Á navigatørdeildini í Vinnuháskúlanum er møguleiki at taka tvær útbúgvingar. 


Skiparaútbúgvingin

Skiparaútbúgvingin tekur 1½ ár. Hon er bygd upp sum ein modulskipan, har modulini vara eitt hálvár. Í flestu førum enda modulini við próvtøku.

Útbúgvingin gevur førleika til sjóvvinnubræv eftir kapitli II/2 í STCW ’78 konventiónini við seinni broytingum, íroknað Manila 2010, tá ið krøvini til starvsvenjing eftir manningarlógini eru lokin. Hetta gevur rættindi at sigla sum skipari samsvarandi starvsvenjing umborð á fiski- og farmaskipum upp til 3000 BT.


Skipsføraraútbúgvingin

Skipsføraraútbúgvingin tekur 1½ ár. Skiparaútbúgvingin tekur 1½ ár. Hon er bygd upp sum ein modulskipan, har modulini vara eitt hálvár. Í flestu førum enda modulini við próvtøku.

Útbúgvingin gevur førleika til sjóvvinnubræv eftir kapitli II/2 í STCW ’78 konventiónini við seinni broytingum, íroknað Manila 2010, tá ið krøvini til starvsvenjing eftir manningarlógini eru lokin. Hetta gevur rættindi at sigla sum skipsførari samsvarandi starvsvenjing umborð á øllum skipum.