Fyri at verða tikin upp á maskinmeistaraútbúgvingina, skal umsøkjari í minsta lagi hava

  • Fráfaringarroynd fólkaskúlans í lærugreinunum, enskum, alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði við í minsta lagi próvtalinum 02 ella (6 í gamla skala) í hvørjari lærugrein.
  • Handverkaraútbúgving innan metal ella el-fakið, ella
  • SIT 2 ella Yrkisnám 4 útbúgving innan metal ella el, umframt starvsvenjing á minst 9 mánaðar.
  • Um dreying, fresing ella sveising ikki hevur verið partur av handverkara- ella yrkisútbúgvingini, er neyðugt at hava verið á góðkendum skeiðum í hesum.


Umsóknarfreistin er 15. juni og 15. desember. Tikið verður inn eftir tí raðfylgju, sum umsóknirnar koma inn, treytað av, at umsóknirnar lúka upptøkukrøvini, og at pláss er.
Maskinaspirantar og skiparaaspirantar verða bert upptiknir á sumri.

Skúlastjórin kann taka umsøkjara upp, hóast hesin ikki lýkur ásettu upptøkutreytirnar, um so er, at umsøkjari hevur aðra yrkisútbúgving við ískoytisútbúgving og starvsvenjing, sum samanumtikið kann metast javnt við upptøkutreytirnar, og skúlastjórin annars metir, at umsøkjarin er førur fyri at taka útbúgvingina til ásettu tíðina. 

Sí annars:
Kunngerð um maskimeistaraútbúgving.
Kunngerð um útbúgving av manning á skipum.

Maskinmeistara – ASPIRANT útbúgvingin     Les meira um Aspirantar her