Vit hava tvær útbúgvingar innan navigatiónssíðuna á skúlanum, nevniliga “skipari” og “skipsførari“. Upptøkukrøvini eru eisini ymisk.  

  • Til SKIPARA:
    Upptøkukravið til skipara er, at tú hevur minst 18 mánaðar samlaða siglingstíð við skipum yvir 20 BT.
    Vísandi til kunngerð nr. 107 frá 20. sept. 2005 og kunngerð nr 20 frá 22. apr. 2010 trýst her
    Harafturat krevst góðkend sjón- og hoyrnaroynd (bláabók), sum er yngri enn 2 ár, og fráfaringarroynd fólkaskúlans 9. ella 10. flokk ella líknandi, við min. próvtalinum 6/02 í føroyskum, donskum, enskum, alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði.
    Hevur tú tikið sjóvinnuskúlan 1/2 ár, so krevst minst 9 mán. siglingstíð við skipum yvir 20 BT.
    Skúlagongdin til skipara tekur 1½ ár.

  • Til SKIPARA sum ASPIRANTUR:      les heimasíðu her
    Upptøkukravið til skipara er at tú hevur miðnámsútbúgving (Student, HF, HTX, 3 ára fiskivinnuskúla ella HH) við min. próvtalinum 02 ella ( 6 á gamla skala) á C støði, í fylgjandi lærugreinum: føroyskum, enskum, alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði. 
    Harafturat krevst góðkend sjón- og hoyrnaroynd (bláabók), sum er yngri enn 2 ár. 
    Skúlin skipar fyri ávíkavist sigling og skúlagongd. 
    Útbúgvingin til skipara sum ASPIRANTUR tekur 2½ ár, íroknað siglingartíð.
  • Til SKIPSFØRARA:      filmsklipp um ASPIRANT
    Upptøkukravið til skipsførara er, at tú hevur staðið útbúgvingina til skipara.
    Harafturat krevst góðkend sjón- og hoyrnaroynd (bláabók), sum er yngri enn 2 ár,
    fráfaringarroynd fólkaskúlans 9. ella 10. flokk ella líknandi.
    Skúlagongdin til skipsførara tekur 1½ ár afturat skipara, sum er 1½ ár t.v.s 3 ár í alt.

Fylgjandi skjøl skulu sendast skúlanum saman við umsóknini:

  • siglingarbók
  • bláabók
  • dóps- ella navnabræv
  • skúlaprógv og litmynd

  • Umsóknarfreistin er 15. juni og 15. desember. Tikið verður inn eftir tí raðfylgju, sum umsóknirnar koma inn, treytað av, at umsóknirnar lúka upptøkukrøvini og at pláss er.
  • Maskinaspirantar og skiparaaspirantar verða bert upptiknir á sumri.