LÆRUGREINAR til skipara og skipsførara:


Vit hava tríggjar flokkar, sum ganga til skipara, og tríggjar flokkar, sum ganga til skipsførara
Næmingarnir gjøgnumganga hesar lærugreinar í niðanfyri nevndu flokkum. .  


Skúlagongdin á Vinnuháskúlanum er ikki tvungin, men tó eru tað ávísar treytir fyri hvørja lærugrein sær, har lærarin skal góðkenna, um næmingurin hevur staðið.  80% av uppgávunum skulu latast inn, annars kann lesandi ikki fara upp til próvtøki í hesi lærugrein.   Næmingurin innstillar seg sjálvur til próvtøku hvørt hálvár. Hann kann hava nakrar lærugreinir hangandi, sum hann ikki hevur staðið. Tað ber ikki til at hava ov nógvar lærugreinir hangandi, sum ein ikki hevur staðið. Um ein lærugrein hevur eina skrivliga- og eina munnliga próvtøku, og næmingurin bert hevur staðið ta einu, so fellur próvtalið burtur og næmingurin hevur ikki staðið modulið og skal til nýggja próvtøku næsta hálvár.

Um næmingurin ikki ynskir at fara upp til próvtøku í einari lærugrein, hann áður hevur instilla seg til, skal hetta skrivliga boðast skúlanum frá innan 15. mai og 15. des. Tað ber bert til at fara upp til próvtøku 3. ferðir í somu lærugrein.