
Um tú ynskir at fáa umsóknarblað til
- maskinist
- maskinmeistara
- maskinmeistara ASPIRANT
- skipara
- skipara ASPIRANT
- skipsførara
so er møguleikin her niðanfyri at taka umsóknarskjalið niður ella útfylla skjalið og senda
okkum tað, sum teldupost, saman við mynd í JPG formati og viððkomandi skjølum.
Umsóknin skal sendast til:
VINNUHÁSKÚLIN
Postbox 104
110 Tórshavn
ella við telduposti til umsokn@vh.fo samman við fylgjandi skjølum:
Skipari: Fólkaskúlaprógv 9. ella 10 fl, Bláubók, Siglingarbók
Skipari ASPIRANT: Fólkaskúlaprógv 9. ella 10 fl. og Miðnámsskúlaprógv, Bláubók,
Skipsførara At tú hevur staðið útbúgvingina til skipara. Bláubók, sum er yngri enn 2 ár, Fólkaskúlans 9. ella 10. flokk ella líknandi.
Maskinmeistari: Fólkaskúlaprógv 9. ella 10.fl., Sveinabræv ella Yrkisnám 4 prógv.
Maskinmeistara ASPIRANT Fólkaskúlaprógv 9. ella 10 fl. og Miðnámsskúlaprógv,
Maskinist: Fólkaskúlaprógv 9. ella 10.fl., Sveinabræv ella Yrkisnám 4 prógv.
um lesandi hevur Yrkisnám 4 prógv, so skal hann fyrst hava praktiktíð 9 mán.
- Tá vit hava móttikið tína umsókn, fært tú svar aftur frá okkum, um nakrar fáar dagar.
- Skiparaaspirantar og maskinmeistaraaspirantar, verða bert upptiknir á sumri.
Umsóknarfreistin er 15. juni, til at byrja í august og 15. des., til at byrja í januar.
Tikið verður inn eftir tí raðfylgju, sum umsóknirnar koma inn, treytað av, at umsóknirnar lúka upptøkukrøvini og at pláss er.
INNIVIST fyri næmingar
Vinnuháskúlin kann ikki veita lesandi innivist, men vit kunnu vísa til fylgjandi stovnar, sum kunnu útvega innivist.