
Tað tekur umleið hálvan tíma, at koyra við bili ella bussi úr Tórshavn, norð á Trygdardepilin við Áir. Skúlin hevur góð nútíðarhóskandi undirvísingarhølir, sum eru útgjørdur eftir galdandi krøvum.. …
Skeið, ið verða hildin fyri sjófólki, lúka krøvini í STCW-konventiónini, og ásetingum frá føroyskum mynduleikum. Virksemi á skúlanum, fer fram eftir einari av IMO góðkendari góðskustýriskipan.
Skeið verða eisini hildin í Grundleggjandi eldsløkking, fyri starvfólki á virkjum og stovnum, ella einstaklingum. Í november 2002 byrjaði Føroya Brandskúli, at halda skeið fyri sløkkiliðsfólki, sum eru kravd eftir kunngerð frá Vinnumálaráðnum. Í 2004 varð Maskinmeistaraskúlin, Føroya Sjómansskúli og Føroya Brandskúli lagdir í ein stovn, sum fekk núverðandi navnið VINNUHÁSKÚLIN.
Telefon við Áir 350 259
Telefon Tórshavn 350 250