Túrur við Westward Ho

Túrur við Westward Ho – Vinnuháskúlin 26. august 2020

Í gjáramorgun vóru tveir skúlaflokkar og flokslærarar teirra túr við sluppini Westward Ho. Tað vóru skipararnir og maskinmeistararnir, sum júst eru byrjað á skúlanum, sum vóru við á túrinum. Túrurin var góður. Veðrið var av tí allar fagrasta og tey lesandi fingu eisini høvi at royna seg við tráðu. Nógv kaffi bleiv drukkið og nógv varð prátað. Vinnuháskúlin vil fegin takka manningini umborð á Westward Ho fyri møguleikan og sýnda blíðskapin.