Tilmælið um sjóvinnupolitikk

Tilmælið um sjóvinnupolitikk skal slóða fyri menningini av Føroyum sum sjóvinnnutjóð.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, hevur í dag fingið handað álitið Sjóvinnupolitikkur 2017, ið er eitt tilmæli um eina maritima strategi fyri Føroyar.

Eftir áheitan frá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip setti landsstýrismaðurin í januar 2016 ein arbeiðsbólk at dagføra sjóvinnupolitikkin og orða eina maritima strategi fyri Føroyar, herundir at lýsa fylgjandi tættir:

– Hvussu FAS skipanin framhaldandi kann vera kappingarfør – Útbúgvingarmøguleikar – Hvussu fleiri avleiddar vinnur kunnu skapast

Arbeiðsbólkurin er mannaður við umboðum úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, Sjóvinnustýrinum, Faroese Maritime Union, Vinnuháskúlanum, Mentamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.

Les meira um hetta:

Kelda: Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.