UM TRYGDARDEPILIN  

Tað tekur umleið hálvan tíma, at koyra við bili ella bussi úr Tórshavn, norð á Trygdardepilin við Áir. Skúlin hevur góð nútíðarhóskandi undirvísingarhølir, sum eru útgjørdur eftir galdandi krøvum..   

Skeið, ið verða hildin fyri sjófólki, lúka krøvini í STCW-konventiónini, og ásetingum frá føroyskum mynduleikum.  Virksemi á skúlanum, fer fram eftir einari av IMO góðkendari góðskustýriskipan.

Skeið verða eisini hildin í Grundleggjandi eldsløkking, fyri starvfólki á virkjum og stovnum, ella einstaklingum. Í november 2002 byrjaði Føroya Brandskúli, at halda skeið fyri sløkkiliðsfólki, sum eru kravd eftir kunngerð frá Vinnumálaráðnum.

Í 2004 varð Maskinmeistaraskúlin, Føroya Sjómansskúli og Føroya Brandskúli lagdir í ein stovn, sum fekk núverðandi navnið VINNUHÁSKÚLIN.

SERSTØK SKEIÐ:

Um ávísir bólkar -virkir ella -stovnar, ynskja eitt skeið, sum skal lagast til júst tykkara tørv, eru tit altíð vælkomin, at seta tykkum í samband við Trygdardepilin við Áir.

Skipaði skeið eftir fastari undirvísingarætlan eru:

Fyri sjófólk:

Eldsløkking og roykkaving. 3 dagar. (STCW VI/1)

Endurtøkuskeið í roykkaving. 1 dag.

Skeið í leiðslu undir eldsløkking um borð á skipi. 2 dagar. (STCW VI/3)

Fyri sløkkiliðsfólk:

Sløkkiliðsfólk uttan sløkkibil. 5 dagar.

Sløkkiliðsfólk við sløkkibili. 10 dagar.

Brunaumsjónarmenn. 7 dagar.

Skeið, sum koma undir & 6 í kunngerð um útbúgving av sløkkiliðsfólki:

Eldsløkking og bjarging í tunlum. 3 dagar.

Fleiri skeið undir hesum bólki, verða tilevnað eftir tørvi.

Fyri virkir, stovnar og einstaklingar:

Grundleggjandi eldsløkking: 1 dag.

Onnur skeið verða -sum áður nevnt, fyriskipað eftir júst tygara tørvi. Tygum eru altíð vælkomin við fyrispurningum til skúlan.  

Telefon  við Áir     350 259
Telefon Tórshavn 350 250

Teldupostur