Politiskur fundur á Vinnuháskúlanum

Politiskur fundur á Vinnuháskúlanum

Politiskur fundur var á Vinnuháskúlanum í morgun. Felagið fyri útisiglarar Antares skipaði fyri. Fitt av fólki var savnað til fundin. Lesandi, lærarar og útisiglarar.

Umboðini fyri politisku flokkarnar vóru: Framtakið Hanus Vang, Miðflokkurin Ragnar Ludvig, Framsókn Karlot Hergeirson, Tjóðveldi Kristina Háfoss, Sjálvstýrið Bárður Kass Nielsen, Javnaðarflokkurin Sjúrður Skaale, Sambandsflokkurin Johan Dahl, Fólkaflokkurin Brandur Sandoy.

Stjórin á Vinnuháskúlanum – Wilhelm Petersen – greiddi frá virksemi skúlans og um ætlanirnar at savna Vinnuháskúlan á einum stað fyri at gera umstøðurnar hjá lesandi og lærarum so góðar sum møguligt. Sitandi samgonga hevur tikið undir við hesi ætlan. Umboðini fyri ymisku flokkarnar tóku undir við ætlanini og løgdu dent á, at Vinnuháskúlin – við tí týdningi hesin hevur fyri samfelagið – skal hava bestu umstøður at virka undir.

Formaðurin  Dánjal Jákup Meinertsson greddi frá fjøltáttaða arbeiðsmarknaðinum hjá útisiglarum. Hesir hava sín arbeiðsstað allastaðni í verðini og vinna munandi upphæddir til føroyska samfelagið. Hann heitti á valevnini at arbeiða fyri, at forðingar, av ymiskum slag, ið vísa seg hjá útisiglarum, verða ruddaðar av vegnum.

Orðstýrari, frá Antares, var Andreas Poulsen. Luttakararnir fingu fyrst 5 minuttir hvør at greiða frá sínum sjónarmiðum. Síðan var møguleiki at seta spurningar til valevnini.

Hópin av spurningur vóru og lívligt kjak varð.