Nýggja simolatorútgerð

Útbúgving av okkara sjófólki til at sigla á heimsins høvum hevur verið ein av hornasteinunum í føroyskari vinnumenning í mong mong ár. Hesum slóðbrótandi arbeiði hava sjóvinnuskúlarnir í Havn og Klaksvík staðið fyri. Umframt góðar lærarakreftir, so hava útgerð og amboð á skúlunum eisini átt ein týðandi lut í hesi menning, og dagurin í gjár varð eitt týðandi vegamót á Vinnuháskúlanum í so máta, tá landsstýriskvinnan í skúlamálum, Rigmor Dam, trýsti á knøttin og harvið tók í brúk spildurnýggju og sera framkomnu útgerðina – brúgvasimulatorar frá norsku fyritøkuni Kongsberg.