M2 vitjar hangarið hjá Atlantic Airways

Maskinmeistaraflokkurin, M2, var á eini forkunnugari vitjan, tá flokkurin saman við ensktlærara sínum vitjaði teknisku deild hjá Atlantic Airways týsdagin 24. mars. Tekniski leiðarin, William Smidt, tók ímóti okkum, vísti okkum runt og greiddi okkum frá arbeiðnum í hangarinum. Vit sóu m.a. umvælingararbeiði á eitt av Airbus flogførunum, tyrlurnar báðar, og hoyrdu nærri um møguleikarnar hjá maskinmeistarum at starvast innan flogvinnuna. Enskt er ein tíðandi partur av arbeiðsmálinum hjá einum flogmekanikara, og felagið leggur stóran dent á at fáa ment eina góða arbeiðsmentan á deildini, ið tryggjar rættan atburð í mun til ítøkiligu arbeiðsuppgávuna. Hetta er savnað undir “Atlantic Airways – The 5 Key Behaviors.” Áleið 200 fólk starvast hjá Atlantic Airways, flestu teirra eru føroyingar. Flogfelagið eigur trý Airbus 319 flogfør og tvær Bell 412 tyrlur. 266.000 ferðafólk ferðast um flogvøllin í 2012, og sama ár var ársumsetningurin 501 mill. (atlantic.fo).