Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Mentamálum vitjar Vinnuháskúlan

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Mentamálum vitjar Vinnuháskúlan

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Mentamálum, Jenis av Rana, vitjaði Vinnuháskúlan fríggjamorgunin. Byrjað varð við morgunmati. Síðani greiddi Wilhelm Petersen, stjóri, frá virksemi skúlans, um menningina av útbúgvingunum og um útbyggingarætlanina at miðsavna virksemið hjá skúlanum. Wilhelm greiddi m.a. frá um aspirantskipanirnar á skúlanum og um bachelor í Maskinfrøði, sum Vinnuháskúlin hevur ment í samstarvi við Setrið. Eftir hetta varð farið á eina rundferð í Nóatúni og landsstýrismaðurin slapp at royna seg í brúgvasimulatori skúlans. At enda varð farið niðan undir Krákugjógv á rundferð og landsstýrismaðurin og umboðini úr Uttanríkis- og Mentamálaráðnum sóu maskinrúmssimulatorin hjá skúlanum.