Gamli motorurin skal út !

Tá Sjómansskúlin var bygdur fyri mongum árum síðani, var hildið at ein motorur mátti verða á skúlanum, so at næmingar kundu kunnað seg eitt sindur um motorin eisini, og ikki bara tað, sum hevur við navigatión at gera.

Í dag var seinastu skúladagur hjá hesum gamla motori. Hann varð avmonteraður og koyrdur út gjøgnum hurðina.

Men hann far helst eitt betri og sunnari lív nú, hann fer vestur til Miágvágs, har hann verður settur í sluppungan, Heimdal.

Vit her á skúlanum ynskja nýggju eigarunum góða eydnu við motorinum frá Sjómansskúlanum.

Her eru nakrar myndir, tá motururin var koyrdur út úr skúlanum.