Eitt felags stev loyvir okkum at ferðast longri og skjótari

Eitt felags stev loyvir okkum at ferðast longri og skjótari

Í vetur vitjaði Eyðbjørn Poulsen frá Leiðsluhúsinum Vinnuháskúlan og helt ein sera áhugaverdan fyrilestur og verkstovu fyri tveimum flokkum á skúlanum, ið hava fakið Leiðsla og fyriskipan hesa skúlahálvuna.Eyðbjørn greiddi okkum m.a. frá, um leiðsluavbjóðingar á sjógvi og landi, um at taka truplar avgerðir sum leiðari, og um vælvirkandi toymir. Eisini fingu komandi maskinmeistararnir og skipsførarnir høvi at royna seg í tvørfakligum toymum og leggja fram sínar hugsanir um leiðslu og samstarv.

Vísu gæsnar á flogi

Hví skulu vit arbeiða saman í toymum? Hesum hava gæsnar funnið útav. Tær brúkar veingjamegina hjá hvørjari aðrari at betra um framdráttin. Hetta kunnu vit menniskju eisini uppnáa sambært Eyðbjørn Poulsen:

“Menniskju, sum hava eitt felags mál og eina sterka felagskenslu, ferðast bæði skjótari og lættari, tí tey ferðast við megi frá hvørjum øðrum”

Tá ið vit arbeiða saman í toymum, fáa vit sostatt nógv meira burturúr, enn vit gera einsamøll. Lyfta vit í felag, so fáa vit eisini eitt betri úrslit. Men hvussu lyfta vit best í felag? Tað er har, avbjóðingin er.

Eitt toymi má samansjóðast áðrenn tað kann avrika

Eitt tað týdningarmesta, tá ið uppgávur skulu loysast í toymum, er at samansjóða limirnar í toyminum. Teambuilding er ein innanhýsis, mental fyrireiking til arbeiðið, ið liggur fyri framman, og teambuilding lønar seg:

Tá ið tú fremur teambuilding áðrenn tú fert í holtur við sjálva uppgávuna í einum toymi, so verður úrslitið markant betri, enn um tú ikki gert tað. Tað er tí ikki ein spurningum um man skal — ella ikki. Endamálið er, at bólkurin fer at virka sum ein eind: fær felagsstev, fokus og motivatión.” (Eyðbjørn Poulsen)

Toymið tosar saman, kunnar seg væl um uppgávuna og verður samansjóðað, so at øll hava eitt gott grundarlag at byrja við. Sostatt verða einstaklingarnir í toyminum ílatin til uppgávuna.  Men hvat er eitt toymi, og hvørjar eru fortreytirnar fyri einum vælvirkandi toymi? 

Eitt toymið kann lýsast sum: “Ein bólkur av fólkum, sum hava álit á hvørjum øðrum, og sum virkin samstarva eftir góðkendum leiðreglum ímóti felags málum.

Sínámillum álit, virkni, skilagóðar leiðreglur og felagsmál eru tí avgerðandi fyri, at toymið fer at virka væl. Hugburðurin hjá teimum í toyminum er somuleiðis av alstórum týdningi fyri trivnaðin og framleidni í toyminum. Sambært ráðgevunum í Leiðsluhúsinum, kunnu vit tosa um yvir- og undirstrikupersónar. Ynskiligt er, at flestu starvsfólk á einum arbeiðsplássi eru yvirstrikupersónar, tvs. at tey hava ein jaliga hugburð um arbeiðið, uppgávurnar og onnur. Hesi megna at lyfta huglagið í einum toymi og á arbeiðsplássinum sum heild. 

Felags stev førir til betri loysnir

Tá ið vit arbeiða saman, hava felags stev, eru fleiri, sum taka ábyrgd. Vit fáa betri leiðslur, ið hava breiðari undirtøku. Vit gagnnýta betri førleikarnar og fáa ágóðan av fleiri førleikum og ymsum mentanum. Sambært Eyðbjørn Poulsen ger ymiskleikin toymið sterkt. Vit kunnu sparra og harvið fáa fleiri sjónarmið og fleiri loysnir at arbeiða við. Vit skapa eitt samvirkanarárin, synergi, og samlaða úrslitið verður betri, enn um vit hvør í sínum lagi, sótu við somu uppgávu. Vit stuðla hvørjum øðrum at finna bestu loysnirnar. Øll mugu tí rógva saman veg. Ger onkur ikki tað, men leggur fótonglar fyri hinum, er Eyðbjørn ikki í iva:

“Og um tað er ein, sum ikki rør sama veg sum hini, sum má man antin finna útav, at fáa viðkomandi, at taka árina upp, ella fara í land. Tað er umráðandi, at fáa fólk at arbeiða saman um tað málið, sum man nú einaferð skal loysa.”

Leiðsla er eitt handverk

Leiðsla er eitt fak og eitt líka so týdningarmikið handverk, sum øll onnur. Jú betri tú dugir at handfara tað handverkið, betri leiðari verður tú. Tí mugu vit ongantíð handfara leiðslu øðrvísi enn onnur fak. Kenslur eru ein partur av leiðslu. Tað er umráðandi, at ein ikki letur kenslurnar stýra sær, men letur málið stýra teimum avgerðum, man tekur. Tó skulu atlit takast til kenslurnar, og kann leiðarin nýtir hesar sum barometur í sínum avgerðum. Tí tær siga ofta til, um ein fer ov langt.

Vit mugi stremba eftir tí besta

Leiðsla er ikki námvísindi, eins og støddfrøði. Tað finst ongin loysn, sum hóskar til allar støður og avbjóðingar. Leiðsla flytir seg við tíðini, og kemur altíð at flyta seg. Vit gerast klókari og brúka nýggjar arbeiðshættir, sum gera, at leiðsla flytir seg. Tó eru viðurskifti, sum altíð vera partur av leiðslu: at taka ábyrgd, at taka avgerðir, at loysa ósemjur og at fáa fólkið, at gera sítt besta.

Sambært Eyðbjørn Poulsen, snýr leiðsla í seg seg um, at “fáa førleikar og áhugan hjá starvsfólkunum gjørd um til eftirspurdar vørur.” 

Vit mugu finna útav, hvussu vit fáa fyritøkuna ella skipið at gera tað so gott sum møguliga fyri kundan, og samstundis eisini fáa førleikarnar hjá fólkinum gagnnýttar, so at fólkið sleppur at gera tað, sum tey tíma, og harvið støðugt mennasta í sínum arbeiði. Sum fyriskipan kunnu ikki sláa okkum til tols við tí toliliga, men støðugt stremba eftir tí besta. Hetta krevur góða leiðslu.

Góð leiðsla stendur á fýra beinum

Eins og eitt borð, stendur góð leiðsla á fýra beinum. Ger hon ikki tað, byrjar alt at ridla. Hesi fýra beinini eru: Strategisk leiðsla, Rakstrarleiðsla, Faklig leiðsla og Starvsfólkaleiðsla. Avbjóðingin hjá brúgva- og maskinrúmsfólkinum er, eins og hjá øðrum leiðslum í Føroyum, ikki at leggja allan dentin á raksturin, so at tað fyllir alt, men at skapa javnvág millum tey fýra beinini. Við hesum fáa vit skip, fyritøkur og stovnar, sum virka væl beint nú, men sum eisini fáa eina góða framtíð, og kunnu læra av fortíðini.

Strategisk leiðsla snýr seg um at hyggja inn í framtíðina. At seta langtíðar mál, missión, visjón og strategi, og síggja møguleikarnar fyri framman. Hetta hjálpir fyritøkuni ella stovninum, at stremba eftir tí besta.

Rakstrarleiðsla er leiðsla í gerandisdegnum. Leiðslan arbeiðir við at seta greiðar karmar fyri arbeiðnum, við at raðgesta tilfeingið, menna tilgongdir, mannagongdir og at menna og motivera fólkið. 

Fakliga leiðslanarbeiðir við at menna yrkisførið, tað fakliga, eitt nú við at menna reiðskapin og arbeiðshættirnar umborð á skipi, so at hesi eru í tráð við yvirskipaða leistin hjá fyritøkuni. Faklig leiðsla snýr seg sostatt um at menna fólkið og tað fakliga, og harvið: “at skapa javnvág millum tørvin hjá fyritøkuni og ynskini hjá starvsfólkunum, soleiðis at øll fara at brenna fyri, at fara til arbeiðis hvønn dag.

Starvsfólkaleiðsla snýr seg fram um alt, um at seta tey røttu fólkini í starv. Eisini hava hesi uppiborið at fáa at vita, hvussu arbeiðsavrikið hjá teimum er, og leiðslan má geva teimum hendan málistokk, metir Eyðbjørn Poulsen. Viðurkenning er ein týðandi partur av starvsfólkaleiðsluni. Kenna vit menniskju, at vit eru viðurkend, kann hetta vera við til at halda motivatiónina og virkishugin hjá tí einstaka í organisatiónini. Starvsfólkaleiðsla snýr seg eisini um at loysa ósemjur, og at menna eina sterka felags mentan í fyritøkuni.

Flestu menniskju skýggja broytingar

Tað sum ger seg galdandi fyri so at siga okkum øll, er at vit hava tað í okkum, at vit sýta ofta broytingar, ið koma uttanífrá.”
Sambært Eyðbjørn Poulsen, hava øll menniskju eina broytingarkurvu, sum vit fara ígjøgnum nakrar ferðir, tá ið vit skulu arbeiða okkum ígjøgnum eina broyting. Vit kunnu látast ikki at síggja ella avnokta broytingina, vit kunnu gerast óð, fáa hug at samráðast um broytingina, lyndið kann tyngjast, áðrenn vit at enda góðtaka broytingina og arbeiða fyri henni. Ymiskt er, hvussu fólk handfara broytingar, og hvussu broytingin ávirka okkum. Tað er tí av stórum týdningi, at vit góðtaka, at vit eru ymisk og reagera ymiskt: “Vit eru menniskjur, vit eru ikki maskinur. Vit hugsa og vit hava kenslur, og tað er í lagi at kenna tað strævið við hvørt” (Eyðbjørn Poulsen). Leiðslan skal kenna sína ábyrgd í slíkari broytingartilgongd.

Leiðsluavbjóðingar og leiðsla á sjónum

Nógvir av tykkum, sum sita her, koma eisini at fáa leiðsluavbjóðingar, tí um tit hyggja tykkum um, síggja tit maskinmeistarar og skipsførarar í øllum leiðsluløgum í Føroyum” (Eyðbjørn Poulsen).

Leiðsla er ein partur av eini yrkisleið á sjónum. Fyri ein ungan, óroyndan mann ella kvinnu, ið gerst partur av skipsleiðsluni umborð, kunnu leiðsluavbjóðingarnar kennast sum ein stórur biti. At taka avgerðir, eisini truplar avgerðir, eru daguligur partur av einum leiðslustarvi á sjónum, eins og tær eru tað á landi. Í hesum støðum er týdningarmikið at duga at taka skilagóðar avgerðir. 

Sambært Eyðbjørn Poulsen mugu truplar støður og truplar avgerðir handfarast sum ein verkætlan. Um tú eitt nú skalt loysa eina ósemju millum tvey fólk, so mást tú fyrst ráðleggja og fyrireika teg til at handfara støðuna, og til tað má tíð setast av. At vera mentalt fyrireikað áðrenn vit fara inn í støðuna er av stórum týdningi. Síðani mugu vit tosa við partarnar og greina tað, sum vit fáa at vita. Eftir hetta mugu vit hyggja at trupulleikunum, og hvørjar avleiðingarnar hesir hava fyri raksturin av skipinum og fyri okkum. Ikki fyrr enn vit hava greinað og ordiliga skilja trupulleikan og avleiðingarnar, eru vit klár at arbeiða við møguligum loysnum. Vit hava eitt greitt avgerðargrundarlag. Vit eru klár at meta um, hvørja avgerð, vit skulu taka. Eftir at avgerðin er tikin, mugu vit eisini seta tíð av at fylgja henni upp.

Hetta kann vera truplari enn tað tykist. Í hesum føri hevur Eyðbjørn góð ráð til komandi leiðarar á sjónum: “Ert tú í iva, so ert tú ikki í iva!” Ivast tú í, at avgerðin er tann rætta, so er hon tað helst ikki. Kenna vit á okkum, at hetta er ikki í lagi, so skulu vit ikki fremja avgerðina tá. Handfara vit álvarsamar avgerðir sum vit handfara smærri verkætlanir, gerast vit dugnalig at taka skilagóðar avgerðir. Vit skulu endiliga ikki lata okkum trýsta av teimum, sum ikki fáa trupulleikar av, at vit taka skeivar avgerðir. 

Tá ið ein er leiðari og tekur avgerðir, má ein ómøguligt lata seg trýsta at taka eina avgerð, tí onkur annar heldur tað. Her skulu tit vera púra ísakaldir. Tað eru tit, sum tað gongur útyvir, um avgerðin ikki er røtt – og ongin annar. Og tí er tað umráðandi, at tá ið tit taka eina avgerð, so skulu tit ikki vera í iva um avgerðina, tit taka.”

Vinnuháskúlin og lærararnir í fakinum, Jón Helmsdal og Barbara á Rógvi, vilja fegin takka Eyðbjørn Poulsen fyri áhugaverdan fyrilestur og verkstovu. Fá meira at vita um arbeiðið hjá Eyðbjørn Poulsen og Leiðsluhúsinum á heimasíðuni: www.lh.fo