Av skúlabonki til sjólívið

Leinkja til oljan.fo 

Nú frálandsvinnan hevur verið í einum aldudali, síðani ógvusligu oljupríslækkingina í 2014, eru nú tekin um, at tað aftur gongur rætta vegin. Fleiri og fleiri frálandsskip loysa og fara í drift, og tørvur er aftur á sjómonnum at manna skipini.

Hetta máttu teir umleið umleið 25 næmingarnir á Vinnuháskúlanum í Havn sanna, tá teir vóru so hepnir at kunna vitja eitt av skipunum í danska frálandsflotanum, nevniliga hjálpar- og vaktarskipið Esvagt Contender, nú tað í farnu viku vitjaði høvuðsstaðin.

Esvagt bjóðar føroyingum tjans
Tað passaði sum fótur í hosu hjá komandi skipsførarunum og maskinmeistarunum – nú bara fáar vikur, áðrenn teir fara av skúlabonki og skulu út í arbeiðslívið – at vitja umborð á einum frálandsskipi, sum enntá er til arbeiðis í grannalagnum.

So mikið væl vildi til, at bæði skipari og maskinmeistari vóru føroyingar, og teir vildu heldur enn fegnir vísa skipið fram fyri komandi sjófararunum úr øllum landinum. Hesir fingu rundvísan bæði á brúnni og í maskinrúminum, og áðrenn leiðin gekk aftur í land, fingu teir tey hugaligu boðini frá skiparanum úr Sørvági, Jóannisi Hansen, at reiðaríið sá fram til, at skjótt nýklæktu skipsførararnir og maskinmeistarnir fóru at søkja størv hjá Esvagt, nú tørvur er á fleiri fólkum til at manna tey 41 skipini í stolta Esvagt-flotanum.

”Eg vóni, at hesi ungu menninir, sum nú fara út úr skúlanum, fáa áhuga fyri hesum tilboði og síggja ein møguleika at kunnu fáa tjans eftir lokna útbúgving,” sigur ein blíður og smílandi Jóannis Hansen, sum sjálvur minnist aftur á sínar góðu dagar á skúla. Tá letur í einum av lærarunum, at tað var ein góð kensla at vita, at eins egnu næmingar høvdu fingið gott í beinið og nú vóru við til at manna stóran part av danska frálandsflotanum.

Talan er um tvey lið av skipsførarum og maskinmeistum, sum verða liðug við skúlan 22. juni.

Esvagt reiðaríið manglar fólk í øllum sektorum, nú øll skipini eru komin aftur í drift. Tey eru ikki færri enn 41 í tali. Skiparin vil avgjørt mæla teimum, sum hava verið umborð, at søkja um arbeiði her. Og tað sigur hann av góðum egnum royndum.

Føroyingar væl dámdir
”Her eru sjálvandi fólk úr nógvum tjóðum, men tað er einki dulsmál, at reiðarríið sær helst, at føroyingar og danir manna skipini, hetta ikki minst orsakað av málinum. Tað er so eisini eitt krav, at manningarnir skulu tosa norðurlendskt mál.”

Jóannis, sum sjálvur hevur verið í reiðaríinum í 12 ár, og síðani 2008 við hesum sama skipinum, ivast onga løtu í, at Esvagt er eitt sera gott reiðarí at arbeiða hjá.

”Vit hava tað sera gott her umborð. Ùtmynstringin er fýra vikur og heima í fýra vikur. Veturin kann vera eitt sindur buldrasligur, men hetta eru góð og væl bygd skip. Tey eru sera sjógóð og behagilig at vera umborð á. Vit fáa góðan mat og hava góð kømur. So alt er, sum tað eigur.”

Manningin á Esvagt Contender telur 12 mans. Krøvini í norskum og bretskum sektori eru ymisk. Í Norra er kravið 7 mans. Orsøkin til at bretar krevja størri manning er tann, at tveir bjargingarbátar skulu kunna mannast.

Av teimum umleið 900 starvsfólkunum hjá Esvagt eru umleið 64 føroyingar. Talan er fyri tað mesta um skiparar, stýrimenn og maskinmeistarar. Onkur dekkari er eisini.

At so nógvir føroyingar manna so nógv størv sum yvirmenn á skipunum kenst helst av, heldur skiparin sjálvur, at føroyingar eru væl dámdir sum sjómenn. Øðrum fólkum dáma væl at sigla saman við føroyingum, m.a. tí føroyingar eru avslappaðir og fara væl við fólki.

Jóannis Hansen fegnast annars um, at teir hava fingið møguleikan at koma til Føroya at skifta manning. Tað hevur hann ikki upplivað áður, og tí kenst hetta sera gott. Orsøkin til at hetta ber til er tann, at teir arbeiða so tætt við føroyska markið, at teinurin til Føroya brádliga er vorðin stytri enn at fara í bretska havn.

Góð og trygg arbeiðspláss
Vit spurdu skiparan, hvat hevur verið høvuðsboðskapur hansara til teir mongu vitjandi, nú skipið hevur ligið við bryggju í Havn.

”Høvuðsboðskapurin í sær sjálvum er, at hetta er eitt gott og trygt arbeiðspláss. Teir kunnu hava tað gott her umborð og gera eina góða karrieru. Stoltleikin er eisini, at tú kanst gera ein stóran mun í menniskjalívum, um okkurt keðiligt hendir.

Okkara arbeiði er at veita trygd til tey fólkini, sum arbeiða umborð á boripallinum. Arbeiðið kann gott virka lítið áhugavert, tí vit sigla ikki, men hevur tú tað í bakhuganum, at vit venja og arbeiða fyri at bjarga lívum, og tú hoyrir, at onnur Esvagt skip hava bjargað lívum í 10 metrar aldu, tá følir tú stoltleikan við at hava slíkt arbeiði.”

Uppgávan hjá slíkum skipi sum Esvagt Contender er at vera um boripallin 24 tímar um samdøgnið. Hendir okkurt óvæntað á pallinum, sum borar, so skal manningin á vaktarskipinum vera til reiðar at veita hjálp. Skipið er tí eisini útgjørt til at taka sær av neyðstøðum og kann hava fitt av fólki umborð. Hóast øll hugsandi atlit verða tikin til trygdina í oljuvinnuni sum heild, so er neyðugt altíð at vera á varðhaldi, tí tað kann gerast sera baldrutt at arbeiða á 1000 metrar dýpi langt til havs.

(Lesið eisini komandi samrøðu við skiparan Jóannis Hansen, har hann tekur undir við royndunum at gera Føroyar til ein útgerðardepil í Atlantshavi.)