Aspirantútbúgving fyri maskinmeistarar

Nú kunnu føroyingar, ið ynskja at fara maskinmeistaraleiðina, byrja at gleða seg. Tí ein spildurnýggj og tíðarhóskandi útbúgvingarskipan er ávegis til teirra, sum ætla sær á Vinnuháskúlan í Havn at læra til maskinmeistara. Hon er meinlík henni fyri navigatøraspirantar, sum nú hevur verið roynd í tvey ár við góðum úrsliti.