Skipsførarar skriva endaliga verkætlan

Skipsføararaflokkurin S6, ið fær prógv um góðar tríggjar vikur, hevur m.a. arbeitt við endaligu verkætlanunum í vár. Hesar verkætlanir hava fevnt um evnini: havgransking í Føroyum, burturkast og handfaring av burturkasti í føroyskum sjóøki, aling á opnum havi, føroyska tilbúgvingin og samskifti, og samskiftisavbjóðingar umborð á skipum við fleirtjóða manningum.

Verkætlanirnar vóru: ,,Havgransking í føroyskum havøki”; ,,Burturkast í føroyskum sjóøki”; ,,Aling á harðbalnum økjum”; ,,Tilbúgving og samskifti” og ,,Altjóða manning og samskiftistrupulleikar.”

Les meira um einstøku verkætlanirnar og síggj fleiri myndir á Facebooksíðuni hjá Vinnuháskúlanum: https://www.facebook.com/vinnuhaskulin/