Bank-effektin í Suez veitinini – gestafyrilestur við Kristiani Johansen, skipara hjá Mærsk

Myndir fóru um allan heim, tá ið risastóra bingjuskipið, Ever Given, sigldi seg fast í Suezveitini týsdagin tann 23. mars kl.07.42, fyrst við gronini í høgru síðu og síðani við reyvini í vinstru síðu á áarbakkanum. Skipið Ever Given er 400m langt og 59m breitt, og er sostatt eitt av størstu bingjuskipinum í heiminum. Vindarealið á einum slíkum skipi er stórt, og við sínum 224.000 tonsum lá Ever Given nú og blokeraði allari ferðslu í Suezveitini – ein lívæðr í altjóða farmaflutningsvinnuni. Men hví gekk tað so galið hendan morgunin í mars – og so við tveimum loðsum umborð?

”Eg hevði ikki farið ígjøgnum tann morgunin við hasum skipinum og hasari veðurfrásøgnini,” sigur Kristian Johansen, ið siglir sum skipari hjá Mærsk og er vanur at manerera í Suezveitini við stórum skipi.

Les meira um tilburðin og um bank-effektina á Facebooksíðuni hjá Vinnuháskúlanum: Vinnuháskúlin

Kristian Johansen, skipari, greiðir frá um bank-effektina í Suezveitini