M1 í maskinsimulatorinum

Hvussu loysir tú uppgávuna, verður tú sleptur niður í eitt maskinrúm uttan at hava serliga nógvar royndir við skipsmotorum frammanundan? Tú gert títt besta við at nýta vit og skil, umframt tær royndir, tú hevur upparbeitt tær á tíni lívsleið, og so heitir tú á fólk, sum vita meira enn tú.

Í dag var maskinmeistaraflokkurin M1 í maskinsimulatorinum fyri fyrstu ferð. Flokkurin, ið byrjaði á VH í summar, hevur grundfakini alisfrøði, støddfrøði, evnafrøði og maritimt enskt hesa fyrstu skúlahálvuna. Tó at vit hava gjøgnumgingið ymisk viðkomandi fakevni í maritimum enskum higartil, so var tað ein avbjóðing hjá teimum á toymunum báðum, at knappliga skula standa fyri maskinrúminum og at skula rigga eitt rímiliga stórt bingjuskip til at leggja frá kai.

“Hatta var mega kul… kanska skuldu vit havt ein maskinmeistara við næstu ferð!”

“Tað blivu for nógvir kokkar á sósini.” Ein annar næmingur hugleiðir um, tá ið teir fyltu ov nógv í FO tangarnar og tað fleyt yvir og “eldur” kom í skipið.

M1’ararnir kunnu í øllum førum staðfesta, at tað, at opna allar ventilarnar, helst ikki er skilabesti mátin at loysa trupulleikan, fært tú ein ella fleiri alarmar. Sum heild ein lærurík uppliving; ein tann fyrsta av hesum slagi av mongu á skúlanum og á yrkisleiðini sum maskinmeistari frameftir.

Claus Thomsen, lærari á VH, var so beinasamur at hjálpa okkum við tí tekniska. Lærari í maritimum enskum hjá Maskinmeistarunum er Barbara á Rógvi.