Vitjan umborð á Niels Paula og hjá MEST

Vitjan umborð á Niels Paula og MEST

Í gjár vóru næmingar úr M1, saman við tveimum lærarum, umborð á trolaranum Niels Paula, sum liggur við kai á Vestaru Bryggju í Havn. Eisini vitjaðu tey smiðjuna hjá MEST og Ólavur Joensen, lærari á Vinnuháskúlanum, greiddi teimum frá um ymiskt, sum arbeitt varð uppá í smiðjuni og um maskinrúmið og útgerðina umborð á Niels Paula. Túrurin var samskipaður í fakinum maritimt enskt, sum M1’ararnir hava hesa skúlahálvuna, so dúgliga varð prátað á enskum eisini. Lærari í enskum er Barbara á Rógvi. Vinnuháskúlin vil fegin takka MEST og manningini umborð á Niels Paula fyri beinasemið.