1. flokkur úr Sankta Frans Skúla

Fyrr í vikuni vitjaði ein 1. flokkur úr Sankta Frans Skúla á Vinnuháskúlanum. Børnini vóru bæði áhugað og forvitin. Marjun Thomsen, ið er sjúkrarøktarfrøðingur og skeiðslærari á Vinnuháskúlanum, greiddi børnunum frá um leiklutin hjá skiparanum sum lækni umborð og vísti teimum simulatordukkurnar, sum verða nýttar til skeiðið í heilsulæru. Pól Niklái Torkildshøj, DP-leiðari og skipsførari, greiddi børnunum frá um framdráttin hjá skipum, og eisini sluppu børnini sjálvi at royna seg í brúgvasimulatorinum.

Tað boðar frá góðum um komandi ættarlið við maskinmeistarum, maskinistum, skiparum og skipsførarum. Vinnuháskúlin takkar fyri áhugan og vitjanina.