Tað tekur umleið hálvan tíma, at koyra við bili ella bussi úr Tórshavn, norð á Trygdardepilin við Áir.
Skúlin hevur góð nútíðarhóskandi undirvísingarhølir, sum eru útgjørdur eftir galdandi krøvum.. ...
Skeið, ið verða hildin fyri sjófólki, lúka krøvini í STCW-konventiónini, og ásetingum frá føroyskum mynduleikum.
Virksemi á skúlanum, fer fram eftir einari av IMO góðkendari góðskustýriskipan.
Skeið verða eisini hildin í Grundleggjandi eldsløkking, fyri starvfólki á virkjum og stovnum, ella einstaklingum.
SERSTØK SKEIÐ:
Um ávísir bólkar -virkir ella -stovnar, ynskja eitt skeið, sum skal lagast til
júst tykkara tørv, eru tit altíð vælkomin, at seta tykkum í samband við Trygdardepilin við Áir.
Skipaði skeið eftir fastari undirvísingarætlan eru:
Fyri sjófólk:
Eldsløkking og roykkaving. 3 dagar. (STCW VI/1)
Endurtøkuskeið í roykkaving. 1 dag.
Skeið í leiðslu undir eldsløkking um borð á skipi. 2 dagar. (STCW VI/3)
Fyri sløkkiliðsfólk:
Sløkkiliðsfólk uttan sløkkibil. 5 dagar.
Sløkkiliðsfólk við sløkkibili. 10 dagar.
Brunaumsjónarmenn. 7 dagar.
Skeið, sum koma undir & 6 í kunngerð um útbúgving av sløkkiliðsfólki:
Eldsløkking og bjarging í tunlum. 3 dagar.
Fleiri skeið undir hesum bólki, verða tilevnað eftir tørvi.
Fyri virkir, stovnar og einstaklingar:
Grundleggjandi eldsløkking: 1 dag.
Onnur skeið verða -sum áður nevnt, fyriskipað eftir júst tygara tørvi.
Telefon Tórshavn 350 250