Sřgan

Skipararnir Jens Mohr og Jens í Dali vóru teir fyrstu, sum fóru at hava skiparaskúlar í Fřroyum. Tađ var tann 1. november 1893, at teir fóru undir hvřr sín skúla í Havn, og skjótt komu ađrir teimum á baki: Dánjal í Ungagarđi fór at lćra skiparanćmingar í Porkeri í 1896; Hans Djurholm byrjađi á Glyvrum í 1903; Brřđurnir Jákup og Jógvan Joensen (viđ Stein) fóru undir sín skúla í Havn í 1904; og í 1905 tók Jens Pauli í Dali viđ eftir fađirin, Jens í Dali.

Fyrsti sjómansskúlin, iđ var bygdur til endamáliđ, er í dag fyrisitingarbygningur hjá Tórshavnar Skipasmiđju. 1. november 1905 tóku teir ímóti fyrstu nćmingunum, og sostatt er bygningurin júst 100 ára gamal. Tađ vóru danirnir Viggo Ryving-Jensen og Andrias Nielsen – Styrmand Nielsen vanliga nevndur – iđ lótu skúlan byggja, og sum lćrdu frá sćr.

Hesir skúlar, iđ hildu á í longri ella styttri tíđ, vóru privatir og hřvdu bara opiđ vetrarhálvuna, vanliga frá 1. november til seinast í februar, og tađ var ikki ókeypis at ganga í skúla – 20 kr. um mánađin ella 80 kr. fyri skeiđiđ var tađ vanliga. Lćrugreinirnar vóru fáar, og fram til 1916 var einans fariđ upp til munnliga próvtřku. Lógin kravdi tríggjar próvdómarar at gera av, um nćmingurin var nóg góđur at standa prógv, og próvdómarar vóru yvirmenn á donskum verjuskipum. Henda skipan helt fram til 1919, tá iđ serstřk próvtřkunevnd var sett. Tá í tíđini var ikki so nógv til undirhalds hjá fólki, og ofta var trongligt inni í próvtřkuhřlinum, tá iđ próvtřka fór fram. Tađ vóru serliga nćstrafólk, sum komu at forvitnast, men hetta vóru ikki allir nćmingar so glađir fyri. Í 1917 gjřrdist próvtřkan bćđi munnlig og skrivlig.

 

Í 1925 fóru fřroysk skip til Grřnlands at fiska, men trupulleikin var tann, at skiparapappírini rukku ikki so langt. Lřgtingiđ heitti á donsku stjórnina um at seta á stovn ískoytisútbúgving í Fřroyum, iđ seinni kom at verđa rópt longdin ella grřnlandsprógviđ millum manna. Úrslitiđ varđ, at danskir myndugleikar í 1927 settu stýrimansskúla á stovn í Fřroyum, har eisini lćrt varđ til lćgri siglingarprógv – m.a. longdina.

Sjómansskúlin hjá Ryving-Jensen og Styrmand Nielsen, sum tá var hildin uppat, var settur í stand til stýrimansskúla, og í árunum, sum komu, hýsti skúlin řllum sjómansútbúgvingum í Fřroyum. H. A. Guldhammer kom til Fřroya at vera fyristřđumađur fyrstu tvey árini, 1927-29, og síđani tók Jens Pauli í Dali viđ, og tá iđ hann legđi frá sćr í 1956, hevđi hann samanlagt veriđ fyristřđumađur í samfull fimmti ár.

Í 1929 var motorpassaraskúli settur á stovn sum deild undir sjómansskúlanum, og tá iđ hann eisini skuldi húsast undir somu lon, sigur tađ seg sjálvt, at tađ mangan var trongligt – ja, so trongt, at skúlastjórin mátti javnan nokta monnum at koma á skúlabonk.

 

Eftir at hava veriđ sjómansskúlalćrari í Danmark í 20 ár flutti Fischer Heinesen heim til Fřroya í 1947, og sama heystiđ fór hann at hava skiparaskúla um kvřldarnar í kommunala skúlanum í Klaksvík. Fischeri lá frammarlaga at lćra menn at nýta radiotelefonina, og longu annan veturin gingu bćđi skiparar og longdarmenn í skúla. Klaksvíkar Sjómansskúli fekk egin hřli í 1971, men var privatur til 1975, tá iđ hann fór undir landiđ. Umframt skiparar og kokkar lćrdu teir áđur eisini stýrimenn og fjarritarar.

 

Fyrsti skipsfřraraflokkurin byrjađi á Fřroya Sjómansskúla á heysti 1962, og á vári 1963, stóđu fyrstu skipsfřrararnir prógv. Lestrartíđin var umleiđ seks mánađir, og stađiđ stýrimansprógv gav atgongd til hesa útbúgving. Men sum árini gingu, legđist meira og meira afturat skipsfřraralćruni, so at skeiđiđ í 1973 var longt til eitt ár. Í 1986 hevđi lógarbroyting viđ sćr, at stýrimans- og skipsfřraralćran vórđu lagdar saman í eina 3 ára skipsfřraraútbúgving. Seinastu stýrimenninir tóku prógv á sumri 1987.

Skipara- og skipsfřraralćrurnar vóru fram til 1992 tvćr útbúgvingar. Fyrra ćtlađ skiparum og bestumonnum á fiskiskipum, seinna yvirmonnum á farma- og ferđafólkaskipum. Men hetta áriđ kom í gildi sonevnd modulskipan, og útbúgvingarnar vórđu skipađar í ein framhaldandi lestur, soleiđis at skiparaprógviđ skal standast á leiđini til skipsfřraraprógv. Teir, sum ikki ćtla sćr longri enn til skipara, gevast sjálvsagt, tá iđ teir hava stađiđ hetta prógv.

 

Sjómansskúlin flutti í núverandi hřli viđ ársbyrjan 1962, og í 1997 varđ fariđ undir umfatandi út- og umbygging, sum var liđug á heysti 2000. Í apríl 2004 bođađi landsstýrismađurin viđ skúlamálum frá, at Maskinmeistaraskúlin og Fřroya Sjómansskúli skuldu leggjast saman í ein stovn, og 1. august sama ár var felags stjóri settur – Hans Johannes á Brúgv. Á nýggjárinum 2005 vóru skúlarnir formelt lagdir saman og eftir summarfrítíđina – reelt.

 

Argir, 7. september 2005

 

Óli Olsen